Fyri hálvum øðrum tíma síðani, klokkan 17.20, fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp var hent á landsvegnum í Norðragøtu.
Talan var um ein bil, sum hevði rent á eitt ross, sum gekk á vegnum.
Løgreglan sigur, at bilurin er rættiliga illa farin. Tað vóru tvey fólk í honum, og tey eru bæði farin á Landssjúkrahúsið til kanningar, men ábendingar eru ikki um, at tey hava fingið skaða, ikki nakað álvarsligt í hvussu so er.
Løgreglan veit ikki enn, hvørja lagnu, rossið fekk, tí tað fór sín veg eftir óhappið. Fleiri ross eru har um vegir, og løgreglan roynir nú at finna fram til eigaran, og at fáa greiði á, um tað hevur fingið skaða ella ikki.