Nógva hálkan í gjár og fyrradagin hevði við sær, at allir bilførarir ikki kundu kenna seg tryggar á vegunum. í Havn hendu tvey smærri ferðsluóhapp mánadagin, og týsdagin rendi ein bilur á eitt bilhús við Hvítanesvegin. Einki av ferðsluóhappunum hevur kravt nakran fólkaskaða, men bilurin, ið rendi á bilhúsið fekk nakað av skaða, somuleiðs sum bilhúsið heldur ikki slapp undan snuddum.










