Bilur lendi á takinum

Løgreglan fekk stutt eftir klokkan seks í dag eina fráboðan um, at ein bilførari var farin út av vegnum nærhendis landsfjósið, ein av bygningunum har Landsverk húsast, nærhendis Kollafjørð.


Bilførarin var á veg suðureftir, tá hann fór út av vegnum og lendi á takinum. Hóast óhappið, so megnaði bilførarin sjálvur at koma úr bilinum, og varð fluttur við sjúkrabili til Landssjúkrahúsið, har hann verður kannaður. Tað er vanlig mannagongd eftir eitt ferðsluóhapp.


Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at hvørki hálka ella rúsdrekka var partur av óhappinum.