Bilur koyrir í mannamúgvu í Týsklandi – minst ein deyður

Ein deyður, og umleið 80 fólk eru særd í møguligum álopi á týska jólamarknaðin

 

Ein bilførari hevur koyrt á fólk á einum jólamarknaði í týska býnum Magdeburg. - Mynd: D'rthe Hein/Ritzau Scanpix

Myndugleikarnir í Magdeburg ásanna, at talan er um álop á einum jólamarknaði, skrivar tíðindastovan dpa.

Ein bilur hevur koyrt í eina mannamongd í einum jólamarknaði í týska býnum Magdeburg.

 

Í minsta lagi ein persónur er deyður, upplýsir løgreglan sambært miðlinum MDR.

 

Ein bilførari er handtikin, skrivar týska tíðindastovan dpa.

 

Enn hevur Dpa ikki fingið nakrar fráboðanir um eitt møguligt motiv fyri hendingini.

 

Myndugleikarnir í Magdeburg halda, at talan er um álop.

 

##med2##

 

Miðlarnir Tagesschau og Bild skriva, at talan eisini er um særd fólk. Sambært Bild eru tey í minsta lagi 20. Sløkkilið og aðrir myndugleikar eru á staðnum. Jólamarknaðurin hevur er stongdur.

 

Eitt eygnavitni sigur við Bild, at bilurin stevndi beint móti mannamúgvuni.

 

Nógv bjargingarfólk og sjúkrabilar eru á staðnum, sigur eitt eygnavitni við dpa.

 

Magdeburg er statinum Sachsen-Anhalt. Jólamarknaðurin liggur á Alte Markt torginum, beint við ráðhúsið og við Elben ánna.

 

Fyriskiparin av jólamarknaðinum heitir á fólk um at fara úr miðbýnum.

 

Eygnavitni søgdu fyri Bild, at talan var um ein myrkan BMW, sum koyrdi inn í fjøldina stutt eftir klokkan 19.

 

Í 2016 varð ein jólamarknaður í høvuðsstaðnum í Týsklandi, Berlin, álopin. 12 fólk lótu lív, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu.

 

/Ritzau/

 

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

 

Ein bilførari hevur koyrt á fólk á einum jólamarknaði í týska býnum Magdeburg. - Mynd: D'rthe Hein/Ritzau Scanpix