Hetta er eitt púra vanligt ferðsluóhapp, har ein bilur renur í ein annan og tann árendi bilurin síðani koppaði. Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.
IN.fo fekk hesa myndina sendandi frá einum lesara, sum var á staðnum, tá ið óhappið hendi. Ein ung kvinna varð send á Landssjúkrahúsið til kanningar, men annars verður einki meira gjørt við tað, sigur vakthavandi.
Annars hevur vikuskiftið verið friðarligt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.