Bilur koppaði

Á middegi í gjár fór ein bilur út av á tunnilsvegnum norðanfyri Klaksvík

Bilur kom koyrandi norðureftir vegnum, og fór av eini hvørjari orsøk út av og niður í veitina við síðuna av vegnum. Bilurin kom burtur úr aftur veitini, men koppaði síðani á vegnum.

Ein kona var í bilinum, men eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.

Bilurin fekk nakað av skaða, og lá til ampa fyri ferðsluna á vegnum, til hann varð fingin upp á rættkjøl og fluttur av vegnum.