Bilur hjá løgregluni fór í knús

Tað hendir seg eisini, at løgreglan er við í ferðsluóhappum. Tað hendi eisini fríggjadagin

Fríggjadagin fór ein løgreglubilur í knús, tá ið hann var við í einum ferðsluóhappið.

Óhappið hendi á Bøllureyni uppi á Oyggjarvegnum, tá ið ein politibilur á veg norðureftir, skuldi leggja ein annan bil afturum.

Men hin bilurin ansar ikki eftir, at hann verður yvirhálaður, tí tá ið politibilurin er undir liðini á hinum, snarar hann inn fyri politibilin, sum fór útav vegnum og bóltaði einar tvær ferðir runt.

Tveir politistar vóru í bilinum. Teir sluppu snikkaleysur frá óhappinum, men sjálvur løgreglubilurin fór so illa, at hann er helst vrak.

Eitt slíkt óhapp verður viðgjørt sum øll onnur óhapp. Tað merkir, at frágreiðing verður skrivað og so tekur fútin støðu til, um meiri skal gerast við málið.