Bilur gleið á sjógv á Strondum

Tað eydnaðist trimum ungum fólkum at bjarga sær í land, tá ið ein bilur fór á sjógv á bryggjuni á Strondum beint eftir klokkan tvey sunnunáttina

Ein bilur við trimum ungum fólkum, einum dreingi og tveimum gentum var farin oman á bryggjuna, men har varð bilførarin tikin á bóli av hálkuni og bilurin gleið á sjógv.

Men tey ungu fólkini misti ikki tamarhaldið á støðuni. Hurðarnar framman fingust ikki upp, men tað eydnaðist teimum øllum trimum at sleppa út ígjøgnum aðra bakhurðina og at svimja til lands, so tey komu øll frá tí í øllum.

Tey boðaðu sjálvi frá óhappinum, men fólk á staðnum tók sær av teimum, til tey
vórðu á Landssjúkrhúsið til kanningar at fáa trygd fyri, at ongin skaði var hendur.