Bilur gleið á sjógv

Leygardagin fór ein óheppin bilførari á sjógv, tá hann var í ferð við at seta ein vatnskutara á sjógv. Bilurin bakkaði oman móti, men gleið ov langt, tá skutarin var sjósettur Ein heldur óvanlig og óheppin hending var á Argjum seinasta leygardag, tá ein vatnskutari skuldi útí.

Bilførarin hevði bakkað ov langt oman, og tá hann skuldi koyra niðan aftur fór bilurin á glið og fór allan veginn útí.

Bilurin fyltist við vatni og tara og ikki er vist um hann nú koyrir aftur.

Hóast bilurin fyltist við vatni var førarin sitandi í bilinum gjøgnum allan tilburðin.

Bilurin varð sleipaður upp úr havinum og til hús.