Bilur gjørdist vrak á Eiði


 

Leygarnáttina klokkan hálvgum eitt hendi eitt ferðsluóhapp uppi á Grind, sum er beint uttanfyri bygdina. Ein bilur koyrir norðureftir móti bygdini, tá førarin missir tamarhaldið á honum. Bilurin fer tvørturum vegin og endar í bilverjuni vinstrumegin. Bilurin verður síðani slongdur runt og endar í eini veit høgrumegin.

Førarin var einsamallur í bilinum, og hann slapp væl frá óhappinum. Bilurin er tó vrak. Løgreglan heldur, at ov nógv ferð er orsøkin til óhappið.