Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur, sum ein bilførari hevði parkerað, var farin á rull og hevði rakt ein annan bil, sum eisini stóð parkeraður. Báðir bilarnir fingu onkrar skaðar
Tá ið bilførarar parkera bilin frá sær, hava teir skyldu at tryggja bilin so at hann ikki fer á rull - ella at hann verður stolin. Tí skal hondbremsan setast til og lyklarnir skulu takast úr bilinum.
Ein bilførari, sum ikki tryggjar bilin, fær 1000 krónur í bót.
Í sambandi við óhappið í gjár, minnir løgreglan á, hvussu stóran týdning tað hevur, at bilførarar geva eitt sindur av toli, tá ið teir seta bilin frá sær.
Ikki minst er hetta galdandi fyri bilar sum hava elektriska hondbremsu. Tað er nevniliga ikki ókent, at tá ið ein elektrisk hondbremsa verður sett til, kann hon gleppa aftur beinanvegin. Og tí skal bilførarin geva sær tol og tryggja sær, at hondbremsan ikki slær frá aftur.
Fríggjadagin var eisini eitt ferðsluóhapp beint uttan fyri Rúsuna á Hvammavegi á Tvøroyri, har tveir bilar rendur saman. Løgreglan dugir ikki at siga enn, hvussu óhappið hendi, men talan var um, at annar bilurin helt ikki víkiskylduna og rendi á hin bilin.