Løgreglutíðindi
Afturendin á bilinum stakk uppundan og ikki var greitt, um nakað fólk var í bilinum. Boð vóru tí send eftir froskmanninum hjá sløkkiliðnum, sum fór niður at leita eftir fólki, og tíbetur var einki fólk at finna. Sýnið var ógvuliga ringt, og tí var torført at staðfesta, um nakar var í bilinum.
Síðani varð bilurin tikin upp av einum krana, og løgreglan fór til eigaran, sum greiddi frá tilburðinum.
Tað var soleiðis, at bilurin var farin útav ta náttina. Eigarin, ið var um tjúgu ára aldur, var í bilinum, men ein 17 ára gomul genta, sum ikki hevði koyrikort, stýrdi bilinum. Tey bæði høvdu bjargað sær á land og vóru farin til hús.
Trý brot á ferðslulógina eru framd í hesum førinum: Førarin hevði einki koyrikort, eigarin lat ein koyra, sum ikki hevði neyðuga loyvi og um nakar varnast eitt ferðsluóhapp, so skal viðkomandi boða løgregluni frá, og tað var ikki gjørt í hesum førinum. Tað hevði spart sløkkiliðnum fyri óneyðuga leiting og nógv stríð.