Bilur endaði á takinum á Oyggjarvegnum

Tað gjørdist sera hált á Oyggjarvegnum í gjáramorgunin, og tvey fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum.

 

Í gjáramorgunin ávaraði løgreglan um, at fleiri bilførarar høvdu boðað frá, at tað var sera hált og nærmast ikki koyrandi á Oyggjarvegnum. 

 

Bilførarar vórðu ávaraðir um ikki at fara á Oyggjarvegin, um tað ikki varð hægst neyðugt. 

 

Sum fyrraparturin leið, og komið var út um middag, tiðnaði svarthálkan, og tað aftur vórðu líkindi at koyra eftir Oyggjarvegnum.

 

- Ein bilur fór út av vegnum við Hundsarabotn og endaði á takinum. Tvey fólk vóru í bilinum, og tey vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Vaktleiðarin sigur, at her var eingin álvarsligur fólkaskaði.

 

- Men, tey, sum vóru í bilinum, vóru skelkað av ógvusligu hendingini, sum tað altíð er, tá ein bilur fer út av og endar á takinum, verður lagt aftrat.