Bilur endaði á takinum

Í gjárkvøldið fór at regna, og hugsandi er, at her hevur verið vátakavi og rættiliga hált á vegnum, tá óhappið hendi.

 

Um 22-tíðina í gjárkvøldið endaði ein bilur á takinum á Líðarenda, sunnanvert Sandsbygd.

 

At síggja til er bilurin komin eystaneftir.

 

Tá bilurin er komin oman móti tí fyrra svinginum, er hann farin norður av vegnum og er endaður á takinum í einari veit.

 

Í gjárkvøldið fór at regna, og hugsandi er, at her hevur verið vátakavi og rættiliga hált á vegnum, tá óhappið hendi.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at hetta var eitt sonevnt solo-óhapp, har eingin annar bilur var íblandaður.

 

- Løgreglan í Sandoynni hevur tikið sær av málinum, og sum skilst vóru tvey fólk í bilinum.

 

Sjúkrabilur flutti fólkini á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

- Tað er einki, sum bendir á, at rúsdrekka var uppi í málinum, men at tað helst var hálkan, sum kom óvart á bilføraran, sigur vaktleiðarin.