Bilur bóltaði oman av vegnum

Ein ung kvinna er flutt á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp inni á Sundi í kvøld. Kvinnan var einsamøll í bilinum, sum bóltaði okkurt um 30 metrar oman av vegnum

 

Ein ung kvinna er flutt á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp inni á Sundi í kvøld. Kvinnan var einsamøll í bilinum, sum bóltaði okkurt um 30 metrar oman av vegnum.

 

Løgreglan fekk boðini um ferðsluóhappið klokkan 22:32 í kvøld. Ein ung kvinna var einsamøll í bilinum, sum koyrdi norðureftir, tá hann fór oman av vegnum við havnalagið á Sundi, júst á einum strekki har eingin bilverja er.

 

Bilur hennara er bóltaður fleiri ferðir runt, áðrenn hann steðgaði okkurt um 30 metrar niðri í bønum. Løgregla, sløkkilið og sjúkrabilar komu á staðið, og neyðugt var at klippa tekjuna av bilinum fyri at fáa kvinnuna út.

 

Kvinnan er nú flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Sum skilst slapp hon uttan størri skaða. Tey nærmastu hava fingið boðini.