Bilur bakkaði á

Í Klaksvík var eitt minnið ferðsluóhapp um vikuskiftið.
Ein bilur, ið stóð inni á einum parkeringsbási, skuldi avstað og bakkaði tí út á vegin. Júst tá kom ein bilur koyrandi ímóti, og hesin fekk ikki steðga, allarhelst orsakað av hálkuni. Vakthavandi í Klaksvík sigur, at báðir bilarnir fingu nakað av skaða, men tíbetur var eingin persónsskaði.