Bilur av vegnum á Rituvíkshálsi

EINGIN MANSSKAÐI: Eitt ferðsluóhapp í Eysturoynni spældi væl av í morgun um fýra tíðina, tá ein bilur við fýra ungum monnum fór av vegnum í einum svingi á Rituvíkshálsi. Vakthavandi á politistøðini sigur, at allir fýra sótu íbundnir, og at tað hevði havt við sær, at eingin kom til skaða.

Bilførarin slapp at blása í alkohol-mátaran, so sum vanligt er í slíkum førum, men har var einki at síggja, so talan var ikki um rúsdrekkakoyring.