Bilupphøgging
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Eftir at Tórshavnar kommuna og IRF í nógv ár hava verið einastu góðkendu móttakararnar av burturkasti, er Sp/F Umhvørvisportrið nú triði góðkendi móttakarin á marknaðinum.
Sp/f Umhvørvisportrið fer at taka ímóti bilum til upphøggingar og metalburturkasti. Virksemið fer fram í einum bygningi við tilhoyrandi øki uttanum á Langanesi á Strondum.
Bilar, sum koma inn, verða tappaðir fyri olju og annan løg. Battarí og útgerð, sum inniheldur kemikalii, verða tikin úr og lutir, sum kunnu brúkast aftur, verða avmonteraðir. Metalskrott verður skilt í ymiskar bólkar.
Endurnýta sum mest
Endamálið hjá Sp/f Umhvørvisportrið er at endurnýta so nógv sum gjørligt av teimum brúktu bilunum. Tað, sum ikki kann endurnýtast, verður latið góðkendum móttakara í Føroyum, antin IRF ella Tórshavnar kommunu.
Undir viðgerðini av umhvørvisgóðkenningini hevur Umhvørvisstovan lagt serligan dent á, at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, at virkið hevur tiltøk at avmarka dálking um óhapp henda, at økja um endurnýtslu og at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru sambært viður-kendum skipanum.
Umhvørvisstovan hevur eisini sett sum treyt, at økið uttanum er asfalterað og hegnað inni umframt at allar frárenningar og verjugarðar til tangagoymslur eru gjørdar, áðrenn virksemið byrjar.










