Biltjóvur mátti fáa hjálp frá løgregluni

Nakrar telefonsamrøður til løgregluna minnast tey betur enn aðrar

Nakrar telefonsamrøður til løgregluna minnast tey betur enn aðrar.

 

Jólaaftan fekk løgreglan í Tróndheimi í Noreg eina slíka uppringing, upplýsir NTB tíðindastovan.

 

Tað vísti seg, at tað var ein biltjóvur, sum ringdi. Hann hevði brotið inn í ein bil hjá eini bilasølu í Tróndheimi.

 

Men tað eydnaðist honum ikki at starta bilin, og tað gjørdist enn verri fyri hann.

 

Tí hann fann út av, at hann var innilæstur. Men hann hevði telefonina uppi á sær.

 

– Og tá er gott, at tað ber til at ringja til løgregluna eftir hjálp, stendur í boðunum frá løgregluni.

 

Løgreglan kom á staðið og fekk mannin úr bilinum.

 

Men tað var bara fyri at koyra hann á løgreglustøðina, har hann aftur var innilæstur, men hesaferð í brummuni.

 

/ritzau/