Biltjóvarnir ganga ikki í tómgongd

Í nógva kuldanum og kavanum sum hevur verið, er tað vanligt, at bilar standa í eini innkoyring við motorinum í gongd, meðan eigarin ger seg kláran til at fara frá húsum um morgunin.

Meðan bilarnir ganga í tómgongd, ganga biltjóvarnir ikki í tómgongd. Í Danmark hava biltjóvar gjørt sær dalt av hesum og hava stolið nógvar bilar. Teir gera skjótt av og stjala bilarnar úr túninum hjá fólki, áðrenn tey náa at reagera upp á tað sum er hent, sigur Henrik List frá Østjyllands Politi við heimasíðuna BT.dk.