Bilar
Magnus Gunnarsson
Epsilon-plattformurin hjá General Motors skal eftir ætlan brúkast til tann nýggja Opel Vectra og Omega, eins og Saab bilarnar. Hesin plattformur er gjørdur til at brúka á bilum við trekk á framhjólunum, bakhjólunum ella á øllum fýra. Teir størru bilarnir sum til dømis Opel Omega, trekkja vanliga við bakhjólunum.
Teknarin DeLusi avdúkar her, hvussu ein komandi stórur Opel møguliga kemur at síggja út. Teir stóru Opel bilarnir hava fyrr verið nevndir Admiral, Senator og Diplomat, so kanska kemur hesin, ið sær sera spennandi út, at eita Opel President.
Nær bilurin kemur á marknaðin, ella hvørjum prísklassa hann verður í, vita vit onki um enn.
Kelda: FDM / Motor