BILAR
Magnus Gunnarsson
???????????????????
Bilstøðin bleiv stovnað 17. desember í 1952 við navninum P/F Taxa A/S, og hildu teir til í Lucas Debesargøtu, har sum Hans Johs. Clementsen hevði bilverkstað í mong ár. William Sloan, ið átti húsið, hevði sjálvur havt bilstøðina Taxa har, men var givin og leigaði stovnarunum av hesi nýggju støðini hølini og navnið Taxa. Teir sum stovnaðu støðina vóru: Jóhannes Berg, Eigil Gunnarsson, Kaysten Andreasen, Henry Svensson og Andrew Djurhuus.
Nýtt navn
Árið eftir at støðin varð stovnað, keypir Zacharias Niclasen á Skipafelagnum ognina, og bilstøðin flutti í onnur hølir, í Kongagøtu 2, har leigað varð í niðaru hædd. Matstovan hjá Effe Mohr var í erva. Zacharias Niclasen fekk seinni rættin til navnið Taxa. Tá varð neyðugt við nýggjum navni, og á eyka aðalfundi tann 20. apríl 1955 varð samtykt, at navnið skuldi verða til P/F Auto A/S. Hetta árið varð eitt grundøki millum N. Finsensgøtu og L. Debesargøtu keypt frá Jens Paula av Reyni.
Byggja nýggja støð
Av tí at Havnará rann ígjøgnum økið, mátti ein brúgv gerast fyri at fáa innkoyring frá N. Finsensgøtu. Støðin bleiv síðan bygd, fyri ein part yvir sjálva brúnna og yvir ímóti L. Debesargøtu. Hetta var ein snøgg støð eftir tátíðar byggisniði, við avgreiðslurúmi, køki, bíðirúmi, stórari garasju við grøv, so bilførarnir sjálvir kundu umvæla sínar bilar. Eisini var olju- og bensinsøla og góðar umstøður at vaska bilar. Støðin bleiv liðug í 1956, og varð bygd í samstarvi við P/F Shell.