Seinnapartin í dag gjørdist mangur nólsoyingur skakkur, tí løgreglan vitjaði, og tað er ikki gerandiskostur.
Kløkkastir av øllum gjørdust bilførarar í Nólsoy, tí talan var nevniliga um eitt ferðsluátak hjá løgregluni.
Og Løgreglan vitjaði ikki í Nólsoy til fánýtis, tí fimm bilførarar vórðu skrivaðir upp, og kunnu vænta sær at hoyra nærri, tí teir nýttu ikki trygdarbelti.