Sarah Brendel hevði frálíka konsert í Havnar Kirkju leygardagin. Hon sang sínar sangir og prátaði millum løgini, meðan tulkur umsetti. Góð løg og hon hevði samband við lurtararnar.
Hon fegnaðist um møguleikan at spæla í Føroyum og hon fegnaðist um vøkru oyggjarnar. Men hon fegnaðist eisini um vinskapin, sum hon hevur funnið í sambandinum við føroyska sangkvinnu.
Og tá konsertini leið nakað, kunngjørdi Sarah, at hon hevði í kvittanum at spæla eini tvey løg afturat, men at so ætlaði hon at gera fjøldina bilsna.
Og tá Sarah greiddi frá nýggja vinskapinum og at Lena, ið var millum lurtararnar, kom at leika nøkur løg, gjørdust fólk bilsin, men glað og hugtikin av søguni aftanfyri hesa hending.
Lena hugtók eisini við sangi og guitara og megnaði at seta prikkin yvir i-bókstavin við sínum innslag á eisini annars frálíkari konsert.