Bilsmiðir hittast eftir fimmti ár

Mánadagin verður hugnaløta í gamla verkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu í Havn, har gamli bilmekanikarar hittast til hugnaløtu og at minnast gamlar dagar

Mánadagin klokkan 16 hittast nógvir eldri bilmekanikarar í Jónas Broncksgøtu í Havn. Talan er um menn, sum hava starvast á verkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen, sum umboðaði eitt nú Opel, Vauxhall og Bedford í Føroyum í mong ár.
Tað er Sámal Bláhamar í Havn, sum hevur tikið stig til tiltakið.

– Mánadagin 12. august eru liðin 50 ár síðani, at eg fór í læru hjá Vilhelm Nielsen, sigur Sámal Bláhamar.
Hann greiðir frá, at tað var á ólavsøku, at hann kom í prát við John Vilhelm í Havn, sum eisini starvaðist hjá Vilhelm Nielsen.

– Tá spurdi hann, um eg var klárur yvir, at tað eru júst 50 ár síðani, at vit fóru í læru hjá Vilhelm Nielsen, sigur Sámal Bláhamar.

Út frá hesum kom hugskotið til veruleika at savna teir menninar, sum starvaðust har, tá gamli Vilhelm Nielsen livdi.
Vilhelm Nielsen var ein av pionerunum innan fyri bilstarvsgreinina í Føroyum. Tað var hann, sum saman við svágrinum Wenzel Petersen, ið seldu tann fyrsta bilin í Føroyum, ein Ford T lastvogn, tann 6. august í 1922.
Partur av gamla verkstaðinum hjá Vilhelm Nielsen stendur enn, sum tá virkið gavst í Jónas Brocksgøtu seinnapartin í áttatiárunum, tá P/F Autoservice yvirtók Opel-umboðið. Ein partur av bygninginum, nýggjara verkstaðið, varð tikið niður, tá bygningurin hjá Smyril Line varð bygdur fyrst í nítiárunum.

– Vit hava spurt tann, sum leigar verkstaðið, um vit kunnu sleppa at læna tað hendan seinnapartin, og tað var gamaní, sigur Sámal Bláhamar.

Har fara teir at hava kaffi og køkur og hugna um við gomlum myndum og onkrum gomlu Opel ella Bedford bili.

– Eg fari at royna at finna mín gamla lærusáttmála, so eg kann hava hann við eisini, sigur Sámal Bláhamar.

– Verkstaðið stendur enn so nøkulunda sum stað var fyri 50 árum síðani, eins og kaffistovan. Liturin er tann sami – og tað var ikki við sørt, at sorblídnið merktist, tá eg var inni har, sigur Sámal Bláhamar.

Teir eru eisini í ferð við at savna saman gamlar myndir, og Sámal Bláhamar ivast ikki í, at menninir fáa eina hugnaliga løtu, har teir kunnu minnast aftur á gamlar dagar.