Umsorganarheimið Gloria lat í dag dyrnar upp til heimið í Stangavegnum í Klaksvík. Í gjár var almenn móttøka, men í dag var fyrsti vanligi arbeiðsdagur í nýggja umsorgarheiminum, ið veitir eitt bústaðartilboð til fólk við sosialum trupulleikum.
Tað er Sjálvognarstovnurin Soli Deo Gloria, ið er stigtakari til heimið, og er tað vorðið til veruleika við rakstrarstuðli frá Klaksvíkar kommunu og Almannaráðið. Fríbjørg Michaelsen er leiðari í nýggja heiminum, og fegnast hon nú stovnurin kann lata dyrnar upp.
- Hetta er ein einastandandi stórur dagur hjá okkum, og vit eru bilsin av góðu móttøkuni. Fólk hava tikið væl ímóti hesum og bæði klaksvíkingar og onnur hava víst okkum stóra vælvild. Eini hálvtannaðhundrað fólk vóru eisini á vitjan í gjár, tá vit høvdu móttøku, Fríbjørg Michaelsen.
Á umsorgarheiminum verður tað at byrja við pláss fyri fimm búfólkum, men longu nú tykist, at tørvur er á fleiri plássum.
- Vit byrja við fimm plássum, men tað ber til at víðka um virksemið. Enn er eingin fluttur inn, men higartil hava vit fingið seks umsóknir um pláss her, sigur Fríbjørg Michaelsen.










