Bilsin av Føroyum

Svenski landsliðsvenjarin hjá Danmark, Tony Westman, var bilsin av mótstøðuni, hansara kvinnur fingu frá teimum føroysku í teimum báðum venjingardystunum um vikuskiftið. – Fáa tit rætta feilirnar, er talan veruliga um eitt gott lið, segði hann

FLOGBÓLTUR

 

At teir báðir sigrarnir á Føroyum høvdu týdning fyri donsku kvinnurnar, kom týðiliga til sjóndar, tá Danmark hevði vunnið seinna dystin. Donsku spælararnir vóru ovurfegnir, og tað sama vóru venjararnir og tey, sum vóru um liðið.

Svenski landsliðsvenjarin hjá Danmark, Tony Westman, segði aftaná, at bæði hann og spælararnir høvdu fingið nógv burtur úr hesum báðum dystunum ímóti Føroyum:

– Eg eri avgjørt nøgdur, tí vit fingu tveir fínar dystir, umframt at vit spældu væl. Slíkir dystir geva altíð nakað, og vit hava fingið nógv burturúr, segði Tony Westman, sum nú kann síggja fram til ein lítlan steðg frá flogbóltinum, tí danska landsliðsárið endar nú.

– Vit hava lært nógv hesar dagarnar, so hetta hevur verið gott fyri okkum. Og vit eru fegin um, at vit kundu enda við at vinna hesar báðar dystirnar.

 

Kunnu bjóða av

Undan fráferðini til Føroya hevði danska kvinnulandsliðið roknað við, at talan bleiv um tveir dystir ímóti einum liði, ið minti ikki sørt um tað grønlendska, sum danska landsliðið smurdi av herfyri, men Tony Westman ásannar, at tey fingu annað at síggja:

– Eg eri positivt bilsin av føroyska liðnum, sum hevur nógvar góðar spælarar. Har verða kanska gjørdir í so nógvir feilir júst nú, men fáa tey rætta teir, er talan veruliga um eitt gott lið, segði hann og helt fram, at Føroyar saktans kunnu bjóða hinum norðurlondum av.

– Norra, Danmark og Svøríki plaga at vera nokk so jøvn, og eftir hesar báðar dystirnar vil eg halda, at Føroyar eru stutt frá at vera á sama stigi sum hini – um tit ikki longu eru har.