Feðgarnir Jákup og Heini á Borg Hava Hesi seinastu 10 árini rikið Bilfyritøkuna Bilrøkt, sum heldur til í Stiðjagøtu í Havn.
Tað hevur gingið væl hjá teimum báðum. Teir byrjaðu í tí smáa, og hava vaksið um virksemið so við og við, sum møguleikarnir hava víst seg. At slíkt árræði lønar seg, sæst væl í dag, nú 10 ár eru liðin, síðan fyritøkan byrjaði sítt virksemi.
Bilrøkt er í dag eitt stórt privat arbeiðspláss við 17 starvsfólkum og umfatandi virksemi við øllum tænastum til bilar, herundir sølu, leigu, umvæling og aðrar tænastur til bilar. Hetta er er í dag vørumerki hjá Bilrøkt.
Tað sum byrjaði við einum starvsfólki í 2005, tveimum í 2006 er vaksið á hvørjum ári síðani, og eisini í 2014 har tað nú eru 17 fólk í starvi hjá Bilrøkt.
Raksturin kastar eisini meira av sær, og sæst hetta millum annað aftur í at bruttovinningurin hækkaði við 20 prosentum í 2014, tá samanborið verður við árið frammanundan.
Í 2008, mitt meðan kreppan leikaði upp á tað harðasta, keypti Bilrøkt bygningin, har húsast verður. Síðan er bygningurin dagførdur og útbygdur so við og við, og meir er keypt afturat av øki rundanum.
Lesið eisini: Bilrøkt selt flutningsvirksemið til Ansni
Hesi seinastu trý árini hevur Bilrøkt og Bilrøkt Fastogn, sum eigur sjálvan bygningin húsast verður í, havt eitt avlop áðrenn skatt upp á eina góða milljón krónur í meðal um árið.
Eginognin hjá Bilrøkt og Bilrøkt Fastogn er í dag 4 milljónir krónur samanlagt. Eginognin var við byrjan í 2005 80.000 krónur.
Bilrøkt Sp/f:
| 2014 | 2013 | Broyting |
Bruttovinningur | 5.478 | 4.557 | 20% |
Starvsfólkakostnaður | 4.336 | 3.909 | 11% |
EBITDA | 1.142 | 648 | 76% |
Avskrivingar | 306 | 472 | -35% |
Fíggjarpostar netto | -124 | -140 | -11% |
Úrslit áðrenn skatt | 712 | 36 | 1878% |
Skattur | 128 | 7 | 1729% |
Ársúrslit | 584 | 29 | 1914% |
Støðisogn | 1.323 | 1.473 | 10% |
Ogn í umferð | 3.447 | 2.674 | 20% |
Ogn tilsamans | 4.770 | 4.347 | 10% |
Eginpeningur | 1.727 | 1.143 | 51% |
Skuld | 3.043 | 3.204 | -5% |
Skyldur tilsamans | 4.770 | 4.347 | 10% |
Rentuberandi skuld | 1.365 | 1.399 | -2% |
Rentuberandi skuld/EBITDA | 1,2 | 2 | -45% |
Starvsfólk | 17 | 16 | 100% |
Høvuðstølini hjá Bilrøkt Sp/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin hækkaði við 20 prosent í 2014 og úrslitið áðrenn skatt kom uppá 712.000 krónur í 2014.
_____________________________________________________
Úr Vinnuni í Sosialinum 24. september, greining, Eyðfinn Reyðberg