Bilrøkt selt flutningsvirksemið til Ansni

P/F Bilrøkt og P/F Ansni hava í dag gjørt avtalu um, at Ansni tekur yvir flutningspartin hjá Bilrøkt.

 

Flutningsvirksemið hjá Bilrøkt hevur verið eitt hjávirksemi hjá felagnum, sum hevur tríggjar stórar flutningsbilar, sum kunnu flyta bæði persónbilar, størri bilar og maskinur. Eisini eru aðrir smærri bilar, sum nýttir verða til virksemið.

 

– Vit hava fingið eitt gott tilboð frá Ansni, sum vit hava tikið av. Vit hildu tað nú vera passandi at lata stafettina víðari til teir, sigur Jákup á Borg, stjóri á Bilrøkt.

 

– Vit fara nú at konsentrera okkum um høvuðskjarnuna hjá Bilrøkt, sum er verkstaðið og bilasølan, sigur Jákup á Borg.

 

Bilrøkt varð stovnað fyri góðum 10 árum síðani. Av fyrstan tíð snúði virksemi seg um reinsan og røkt av bilum, men seinni vaks tað til eisini at fevna um verkstað og bilasølu. Fyri góðum átta árum síðani varð farið undir flutningspartin, tá felagið keypti og umbygdi ein gamlan postbil til endamálið.

 

Ansni tekur yvir nakrar av bilunum, meðan Bilrøkt hevur onkran eftir til at nøkta sín egna flutningstørv.

 

Spurdur, um ætlanir eru at fara undir annað hjávirksemi, nú flutningsparutrin er seldur úr felagnum, sigur Jákup á Borg, at allar dyr standa opnar fyri góðum hugskotum.

 

– Vit skulu fyrst finna út av, hvussu vit skipa okkum og leggja til rættis, sigur Jákup á Borg.

 

Hjá Bilrøkt starvaðust 18 fólk. Men nú flutningsparturin verður seldur, flytir Hugo Joensen, sum hevur verið álitið og týdningarmikil partur í menningini av flutningspartinum hjá Bilrøkt í fleiri ár, við yvir til Ansni.

 

Helgi Justinussen, stjóri í Ansni, er eisini vælnøgdur við avtaluna við Bilrøkt.

 

Ansni er felag, sum altíð hevur fólk á vakt. Felagið hevur stórt vaktarhald og passar fleiri alarmskipanir og fleiri telefonvekslarar fyri fleiri virki.

 

– Av tí at vit hava so stórt virksemi frammanundan, so passar hetta virksemið sera væl til konseptið hjá okkum, sigur Helgi Justinussen.