Nýggju bilarnir hjá Bilrøkt, sum koma seinni í ár, eru bilarnir, Kia EV6 og MG Marvel R.
Kia EV6
Hóast Kia hevur fleiri elbilar í síni vøruskrá, er EV6 tann fyrsti, sum er gjørdur frá botni av sum elbilur. Hann er bygdur yvir nýggja plattformin, Electric-Global Modular Platform.
Designið er eisini heilt øðrvísi smart, har lyktirnar eru ein partur sjálvum designinum.
Við stóra 77,4 kWh battaríinum koyrir EV6 510 km upp á eina løðing. Hann fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4-hjólsdrivin.
Kia EV6 kemur í fleiri ymiskum útgávum, har GT er tann kvikasti. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,5 sekund.
##med2##
##med3##
MG Marvel R Electric
MG Marvel R Electric er ein rúmligur og væl útgjørdur SUV við plássi til alla familjuna. Hann er gjørdur til evropeiskar bilførarar, sum virðismeta design, luksus og kvikar bilar. MG Marvel R Electric er heilt nýggur og uppbygdur sum elbilur frá botni av.
Bilurin er ein rúmligur 5-persónabilur. Innan er hann sum ein nútímans framtíðarbilur við eitt nú 19,4” interaktivum skíggja, sum gevur atgongd til sentrala kontrollsystemið í bilinum. Har er lætt at fylgja við øllum sum gongur fyri seg undir koyring.
##med4##
Við battarínum í botninum er tyngdipunktið lágt, og bilurin hevur sera góðar og stabilar koyrieginleikar.
MG Marvel R Electric er rættiliga kvikur, hann trekkir á øllum hjólunum og koyrir úr 0-100 km/t eftir 4,9 sekundum. Bilurin hevur 288 hk og koyrir upp til 400 km upp á eina løðing.
##med5##
##med6##