Sendingin Bilradio verður endursend í dag kl. 13. Samrøða er við Jógvan Skorheim í Klaksvík, sum umboðar Undri, ið er eitt íslendskt vaskievni til bilar og til onnur endamál. Eisini verður vitjað á Postverki Føroya, har prátað verður við Georg N. Rasmussen, leiðara á flutningsdeildini, um at teir søkja eftir bilmekanikara, um postbilar og annað í hesum sambandi.
Í biltíðindunum hoyra vil m.a. um at Bocsh hava gjørt 50 milliónir common-rail skipanir til dieselbilar, Nissan Micra hevur verið marknaðinum í 25 ár, og 50 ár eru liðin síðan fyrsti Skoda Octavia kom á marknaðin.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum









