Vitjað verður hjá Sp/f Kaj Andreasen & Co. í Hoyvík, har stjórin í fyritøkuni, Bergur Andreasen, fortelur um hvussu teir hava fyrireikað seg til summarið við sølu av t.d. viðfestisvognum og øðrum flutningstólum. Eisini um mangt annað sum fyritøkan hevur at bjóða.
Saman við Heðini Weihe, sølumanni hjá Auto Service, verður nýggi Opel Meriva royndarkoyrdur
Eisini er ein samrøða við Jógvan Ingvard Olsen á Toftum, fyrrverandi landsstýrismann og løgtingslim, sum vann høvuðsvinningin á lutaseðlunum hjá B68. Hann fortelur í sendingini, at hann minnist tíðina, áðrenn koyrivegur kom til Toftir og um fyrstu bilarnar har.










