Bilradio punkteraði

Tað var ikki bert í Kringvarp Føroya, at hendilig óhapp vóru orsøk til at hyggjarar ella lurtarar vórðu snýttir fyri endursendingar. Bilradio á Rás2, ið vanliga verður endursent leygardagar, kom heldur ongantíð í luftina

Hvønn hósdag klokkan 16.05 er Bilradio at hoyra á Rás2. Sendingin er væl umtókt millum lurtarar, og nógv fólk nýta høvið at hoyra ella endurhoyra sendingina tá hon verður endursend á Rás2 leygardagar.

Vanliga verður sendingin endursend klokkan 13 leygardagar, men vegna Tunnilsradio varð sendingin hesa ferð flutt til klokkan 11. Tað varð í øllum førum lýst við.

Tá klokkan gjørdist 11 nú leygardagin mundu fleiri klóra sær í nakkanum tá bert tónleikur var at hoyra og einki Bilradio. Heldur ikki klokkan 13, tá sendingin vanliga verður endursend, kom Bilradio á skránna.


Hendiligt óhapp

Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, hevði onga viðmerking til hvør orsøkin er, at sendingin ikki varð send, men sum skilst er tann feilur hendur, at tøkningarnir á Rás2 hava verið í teirri góðu trúgv um hvønn annan, at onkur av hinum mundi hava lagt hana inn í skipanina. Soleiðs var tó ikki, og sendingin kom ongantíð inn í skipanina, og tískil heldur ikki í luftina.

Sostatt kann bara staðfestast at hendiligt óhapp eisini var orsøk til at lurtarar hjá Rás2 vórðu snýttir fyri eina sending, og at Bilradio punkteraði á vegnum.