Sendingin Bilradio á Rás2, sum ikki varð send fríggjamorgunin, verður ístaðin send mánamorgunum 27. oktober kl.8.00 Í sendingini hoyra vit um føroysku fyritøkuna MUNIN, sum er komin væl áleiðis við einum føroyakorti til GPS-arar. Í hesum sambandi verður tosað við Boga Jacobsen og John Zachariassen.
Í ferðsluinnslagnum verður tosað við Eyðun Berg frá politinum um m.a. víkiskyldur og um at hava børn á baksetrinum á motorsúkklum.
Í biltíðindunum hoyra vit m.a. um at granskarar vænta, at eldrivnir bilar eru framtíðin. Magnus Gunnarsson er vertur.