Bilradio vitjaði eina uppboðssølu av brúktum bilum hjá Berg Motors á Hálsi í Havn. Í hesum sambandi tosa vit við Bjørn á Heygum, advokat, sum var uppboðshaldari. Vit hoyra um eina bilfyritøku í Havn, sum bjóðar nýggjar tænastur til fyritøkur og stovnar, og vitja á eini bilasølu í Reykjavík.
Í bilíðindunum hoyra vit um at mest framkomni el-bilurin hjá Mitsubishi skal royndarkoyrast í Íslandi.