Bilrøkt yvirtikið Bilhjálp.fo

Bilfyritøkan Bilrøkt í Havn hevur fingið ein flutningsbil afturat í flotan.

Talan er um Scania flutningsbilin hjá Bilhjálp.fo á Skála, sum hevur røkt flutningsuppgávur í Eysturoynni og har á leið.


Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt, sigur, at teir við hesum bilinum eru enn betur útgjørdir til flutningsuppgávur kring alt landið. Nú hava vit flutningsbilar í fleiri støddum, sum kunnu nýtast til tær ymisku flutningsuppgávurnar.


Í sambandi við at fyritøkan fyllir fimm ár og ein nýggj klárgeringarhøll varð tikin í nýtslu, var opið hús og móttøka hjá Bilrøkt leygardagin.