Bilrøkt við rustviðgerð

Sp/f Bilrøkt í Stiðjagøtu víðkar nú sína tænastu til eisini at umfata rustviðgerð av nýggjum og gomlum bilum.

Til hesa uppgávu er Jógvan Johansen settur í starv hjá fyritøkuni. Jógvan hevur verið í Danmark á skeiði hjá SUVO Anti-Rust, sum Bilrøkt nú umboða í Føroyum.


Umboð frá SUVO Anti-Rust í Danmark, Jørn Klint, konsulentur, er í Føroyum í løtuni í sambandi við at nýggja anleggið er tikið í nýtslu. Umleið 60 SUVO Anti-Rust støðir eru í Danmark.