Bilrøkt víðkar virksemið

Sp/f Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn víðkar nú sína tænastu til eisini at umfata rustviðgerð av bilum.

Í sambandi við at Bilrøkt um tríggjar vikur fer undir rustviðgerð av nýggjum og gomlum bilum, er Jógvan Johansen settur í starv hjá fyritøkuni. Jógvan hevur verið í Danmark á skeiði hjá SUVO Anti-Rust, sum Bilrøkt nú umboða í Føroyum. SUVO Anti-Rust støðir eru um alt Danmark.


Á mekaniska verkstaðnum er Jens Eli Albinus settur í starv. Jens Eli er útbúgvin bilmekanikari, og hann hevur starvast bæði sum sjálvstøðugur og á Shellstøðini á Frælsinum í Havn í mong ár, verður sagt í tíðindaskrivi frá Sp/f Bilrøkt.