MG ZS EV er ein kompaktur eldrivin 5-persóna SUV við 140 hk, hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 8,2 sek, koyrir 263 km upp á eina løðing og kann løðast upp til 80% upp á einans 40 minuttir.
Bilurin er sera rúmligur við 448 litra viðførisrúmi, hevur 5-stjørnaðan trygdarpakka. 5 ár ella 150.000 km garanti eins og háspenningsbattaríið hevur 8 ára garanti ella 150.000 km.
MG ZS EV er sera væl útgjørdur, Luxury útgávan hevur leðurkabinu, el-stilling av forsetrunum, sóltak o.m.a.
##med2##
MG er upprunaliga eitt gamalt enskt bilmerki. Navnið MG stendur fyri Morris Garage, og vóru MG í mong ár smáir sportbilar og sportútgávur av teimum vælkendu Morris og Austin bilunum hjá BMC (British Motor Corporation).
Tað var í 2005 at kinesarar keyptu bilmerkini MG og Rover og fluttu framleiðsluna til Kina. Í dag er tað SAIC (Shanghai Automotive Industry Corporation), sum eigur MG. SAIC er størsti bilframleiðari í Kina.
##med3##
Øll eru vælkomin at síggja og royna bilarnar, sum kosta úr kr. 219.900 við afturbering av mvg, sigur Vinjard Johansen, sølustjóri hjá Bilrøkt.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##




















