Bilrøkt og VR Bilar samstarva um leigubilar

Sp/f Bilrøkt hevur keypt leigubilarnar hjá bilasøluni VR Bilar og ein avtala er gjørd partanna millum.

Avtalan gongur eisini út upp á, at tey sum seta bilin á verkstað hjá VR Bilum og hava brúk fyri einum leigubili, fáa hann frá Bilrøkt.


Jákup á Borg frá Bilrøkt sigur, at teir hava í longri tíð havt gott samstarv við VR Bilar, og báðir partar eru væl nøgdir við nýggja samstarvið.