Nú upplivdu vit at ein av heimsins størstu bilaframleiðarum, týska Volkswagen-konsernin, valdi at presentera sín mest týðandi bil, VW Golf, í grannalandi okkara, Íslandi. Teir brúktu umleið
50 milliónir krónur (danskar krónur) í Íslandi, og millum 1.500 og 2.000 tíðindafólk vitjaðu landið.
Tá er tankin ógvuliga nærliggjandi, um hetta ikki eisini kundi latið seg gjørt í Føroyum. Tað hevði ført við sær at í túsundatali av fólki, bilforhandlarum, importørum og motorjournalistum høvdu komið higar. Bilverksmiðjurnar brúka milliardir av krónum til at gera eitt nýtt bilmodell, tí er marknaðarføringin av sera stórum týdningi.
Tað er av alstórum týdningi hjá fyriskiparunum, at tað verður ein góð uppliving. Gestirnir skulu búgva væl og uppliva okkurt ið er sermerkt fyri landið. Vit hava eitt vakurt land og góðar vegir til royndarkoyring av nýggjum bilum, bæði til býarkoyring og fjallavegir.
Tað mest grundleggjandi í øllum hesum er, at vit fáa stabila flogferðslu, annars kunnu vit gloyma alt um slík tiltøk, ið føra við sær, at fólk í túsundatali koma higar til lands um árið. Vónandi kemur ein nýggjur flogvøllur at liggja soleiðis fyri at flogfør við nýggjastu og mest framkomnu lendingartólum so gott sum altíð kunnu lenda. Hetta eigur at lata seg gera, um eingi fjøll eru nærhendis.
Tað sum vit eisini mangla í løtuni er t.d. størri hotellkapasitet. Brúk er fyri stórum hotelli við øllum hentleikum og møguleika fyri at havt tíðindafundir og presentatiónir av nýggjum bilmodellinum. Eitt sum eisini hevur stóran týdning í hesum sambandi er at vit fáa eina fløgu gjørda, soleiðis at testkoyrararnir kunnu brúka innbygdu navigatiónsskipanirnar til at koyra eftir fast løgdum rutum.
Hesar bilpresentatiónir kundu verið alt árið - eisini uttan fyri vanligu ferðavinnusesongina. Umframt
bilpresentatiónir kundu vit skipað fyri ráðstevnum av øllum sløgum og øðrum tiltøkum.
Tað er eingin ivi um, at um vit í Førouym gera neyðugu íløgurnar, fáa vit eisini samsvarndi stórar inntøkur, við tað at fólk í túsundatali vitja land okkara.
mg