Bilplássið minkar 20 %

Dúgvan, sum siglir millum Leirvík og Klaksvík, er í løtuni til uppmerkingar. Hesar uppmerkingar fara at føra við sær, at plássið til bilarnar á dekkinum minka 20 % og betri pláss verður til ferðafólkið

Klaksvík: Mánadagin byrjaði Ternan at avloysa Dúgvuna við siglingini um Leirvíksfjørð. Hetta kemst av, at ymiskar uppmerkingar skulu gerast á dekkinum.
? Hetta er eitt arbeiði við Skipaeftirlitinum, sum hevur verið ávegis leingi, sigur Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni.
? Ein skabilón skal roynast, har vit mála nakrar gular strikur á dekkið, sum fara at geva ferðafólkunum betri pláss at ganga í.
Um ferðafólkið skal hava meira pláss at ganga á merkir tað jú, at meira verður tikið av plássinum til bilarnar.
Magnus Magnussen upplýsir, at plássið til bilarnar umborð á Dúgvuni fer at minka við 20 prosentum, og tað kann sigast vera rættiliga nógv, tá hugsað verður um, at Dúgvan frammanundan ikki megnar at nøkta tann stóra tørvin. Men Magnus metir, at um ein vil raðfesta ferðafólkið, so er hetta nakað, ið má gerast.
Spurdur um, hví ein landgongd ikki verður gjørd sigur Magnus Magnussen:
? Tað vísir seg, at undirtøka er ikki fyri at gera eina landgongd.
Dúgvan fór úr sigling mánadagin, men verður longu aftur í dag, mikudag.
Tær gulu strikurnar á dekkinum eru bara fyribils, men um hetta vísir seg at vera ein góð loysn, verða tær permanentar, verður upplýst av Strandferðsluni.