Um vikuskiftið er Country- og Bluesfestivalur í Sørvági fyri 3. ferð.
Og í dag kom so høvuðsnavnið, Billy Yates, til Føroya í øllum góðum. Yates fer, saman við nógvum tónleikarum, at seta dám á hendan festivalin næstu dagarnar. Tað letur til, at festivalurin hevur fingið fótin fyri seg, og er komun fyri at verða.
Á myndini er Yates saman við fyriskiparunum, Súna Selfoss og Marui Samson Christensen.










