Lívsins tónar vóru vornir ov møtumiklir. Hann var í vanda fyri at vera ein av teimum, sum fær hagtølini fyri mentalar sjúkur av vaksa.
Tann intellektuella støðan, sum tað nýmótans menniskja er í, er eitt paradoks. Teknisk sæð hava vit skapað vísingalig mirakul, men vit makta ikki at nøkta okkara djúpasta tørv. Vit hava fingið hjól undir fótunum, men bangilsi og stúran í hjartað. Vit eru før fyri at liva longri, men ikki betri. Vit liva meira komfortabult enn áður, men eru ikki so nøgd, sum vit áður vóru.
Sambært almennari heilsurapport í USA, so eru tað átta milliónir í hesum landi, sum líða undir einum ella øðrum slag av mentalum sjúkum. Ein millión av hesum fáa hvørt ár viðgerð á sjúkrahúsum í USA. Yvir 50% av landsins sjúkrahússongum eru upptiknar av fólki, sum líða av mentalum ella psykiskum sjúkum. eitt av hvørjum tíggju børnum, sum í dag verða fødd, vil vera at finna á einum sjúkrahúsi við mentalum sjúkum eina ella aðru ferð í lívi teirra.
Mong av heimsins mentalu sjúku eru í veruleikanum sjúk í hjarta og sál. Sjúkdómur teirra viðvíkir ikki skaða á heilanum. Fólk fara ikki frá vitinum, tá tey fáa nervøst samanbrot. Tey missa seg sjálvan. Tey verða burtur í einum heimi, tey sjálv skapa sær, til tess at sleppa undan tí veruliga heiminum. Tað mest órógvandi í samband við mentalar og følilsisvekjandi líðingar er, at tað eru so mong menniskju í okkara tíð, sum líða undir hesum. Í eini grein stutt síðani varð dagsins ungdómur kallaður »tað plágaða ættarliðið«. Har varð nevnt millum annað: »Á universitetinum í Pennsylvania biðja 20% av studentunum um hjáp frá tí mentalu heilsutænastuni«. »Við Harvard universitetið konsultera 25% av studentunum ein psykiatrikara ella sosialarbeiðara, »Ein uppgáva, sum nýliga varð kend, gongur út uppá, at 600 psykiatrikarar, sum arbeiða á ymiskum collegum, siga, at 15% av studentunum í skúlum teirra søkja psykiatriska hjálp, meðan heili 30% áttu at gjørt tað.
Flýggjan
Tað eru milliónir, sum eru upptikin av at jarða høvdið í sandinum í eini roynd at billa sær sjálvum inn, at tað, sum hendir í okkara tíð, ikki er veruligt. Í ráðaloysi royna tey at sleppa undan nútímans harða trýsti.
Flýggjan er í sjálvum sær eingin mental sjúka, men ein roynd at sleppa undn veruleikanum. Tað er nakað, sum kann gerast ein vani, tá ein stendur yvir fyri nøkrum, ein ikki hevur hug til. Flýggjanin kann vera á ymsan hátt. Tann troytta húsmóðurin tekur sær ein shoppingtúr, meðan onnur kanska søkja sær skjól í eini kærleikansafferu. Ein av mest vanligu háttum at flýggja, er at fara til alkoholið. Hetta seinasta er vorðin ein tjóðskaparlig katastrofa.
Hvørja viku taka vit ímóti túsundum av brøvum á skrivstovu okkara í Menneapolis, og meira enn helmingurin av hesum brøvum siga frá trupulleikum í heiminum. Helmingurin av hesum trupulleikum viðvíkir alkoholmisnýtslu. Drykkjuskapur er vorðin ein av okkara størstu sosialu trupulleikum. Í veruleikanum er tað eitt úrslit av roynd at sleppa undan lívsins ábyrgd - tann beiski veruleikin. »Hvørja ferð maður mín og eg vóru ósamd, fór hann í barrina á horninum«, skrivar ein kvinna frá Iowa.
Tað kundi verið skrivað tjúkkar bøkur um narkotika og stimulerandi evnir. Hvørt einasta kvøld verður svølgt milliónir av tablettum fyri at menniskju kunnu fáa sovið. Milliónir av tablettum skulu halda okkum rólig um dagin. Milliónir av tablettum skulu vekja okkum um morgunin. Bíblian ávarar okkum og sigur, at hesar flýggjanarroyndir frá veruleikanum ikki geva nøgdsemi, sum varir.
Angist
Framtíðar søgumenn fara kanska at umtala hesa tíð sum »Angistsins tíðarøld«. Sjálvt um vit á mangan hátt ikki hava so nógv at vera bangin yvir, sum fyrrverandi ættarlið, so eru vit hóast alt bangin. Sjálvt um vit hava tað lættari enn forfedrar okkara, so er hóast tað meira, sum tyngir okkum. Sjálvt um vit hava minni orsøk til at vera bangin, so eru vit meira bangin enn nakrantíð. Tað, sum sermerkti forfedrar okkara, vóru harðhúðaðar arbeiðshendur, meðan sermerki við nýmótans menniskja er ein rukkut panna.
Forfedrarnir klagaðu um, at teir vóru útslitnir vegna fysiskt arbeiði, meðan tað, sum plágar okkum er, at vit verða uppslitin av yvirfølsomheit. Nógv av hesum hongur saman við, at vit ikki síggja lívsins virði á sama hátt. Fyri hundrað árum síðani hugsaðu fólk meira um sítt andaliga lív. Í dag er ein mest upptikin av tí fysisku vælferðini. Skarar av menniskjum trúgva faktiskt, at um vit geva einum menniskja nokk av mati, hús, klæðir, útbúgving og ávís frítíðararbeiði, so røkkur ein UTOPIA.
Psykoanalytikarin, Erich Fromm heldur, at tað nýmótans lívið broytir menniskjuni til at vera bangin, kærleikarleysir skuggar. Hann sigur: »Teir flestu amerikanarar trúgva, at samfelag okkara við øllum eydnusomu, stuttleikahugaðu og jetreisandi menniskjum skapar eydnusom viðurskifti fyri tey flestu. Eg haldi tað øvugta, nevniliga, at tað lív vit liva førir til bangilsi, hjálparloysi, ja møguliga til upploysing av mentan okkara. Er tað møguligt, at dreymur okkara um materiella vælferð, sum skuldu føra eitt eydnusamt lív við sær, einans er ein dreymur?«
Kelda: Billy Graham. Verden i Flammer 1971. Umsett hevur Símun Pauli Jacobsen, Vestmanna










