Tann kendi amerikanski prædikumaðurin Billy Graham er lagdur inn á sjúkrahús við lungnatrupulleikum, og sambært einum talsmanni hjá Ashville-sjúkrahúsinum í North Carolina skulu læknarnir har halda eygað við honum teir næstu dagarnar.
Billy Graham varð tvær ferðir lagdur inn á sjúkrahús í fjør við lungnabruna.
Tey seinnu árini hevur Billy Graham ikki verið so nógv frammi alment, men heldur seg fyri tað mesta við hús. Hann fyllir 94 ár í november.










