Um vikuskiftið verður Haldor Holm Cup í Klaksvík. Spælt er á hvørjum ári síðan í 1989, og er ársins útgáva sostatt tann 29. í røðini. Fyrstu kappingina vann Jan Müller úr Havnar Klubba, og kappingina í fjør vann nýggja billard stjørnuskotið úr Fuglafirði, Jákup L. Baldvinsson. Hann er eisini stórfavorittur til at endurvinna tiltikna steypin í ár.
Kappingin í ár er tíverri merkt av avboðum, men vónandi taka hinir, sum er komnir við í staðin, av møguleikanum. Teir báðir tvøramenninir, Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag hava givið avboð til kappingina, og næstir teimum á styrkilistanum frá farna kappingarári vóru Jógvan Jørgensen og Per Hansen, báðir úr Havnar Billardfelag.
Kappingin byrjaði í gjár og heldur fram í dag. Byrjað verður fyrrapartin klokkan 10.
Dystarskráin á gamla borðinum í dag:
Kl. 10 Jógvan Jørgensen - Per Hansen
Kl. 12 Per Hansen - Kristian Suni Høgnesen
Kl. 14 Jákup L. Baldvinsson - Jens Kjartan Feilberg
Dystarskráin á nýggja borðinum í dag:
Kl. 10 Jákup L. Baldvinsson - Kristian Suni Høgnesen
Kl. 12 Jens Kjartan Feilberg - Jógvan Jørgensen
Kl. 14 Jógvan Jørgensen - Kristian Suni Høgnesen










