Bill: Hetta var ein góður dagur á skrivstovuni (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ vann 2-0 á B36, og hoyr høvuðsvenjararnar, Bill McLeod Jacobsen hjá NSÍ og Dan Brimsvík hjá B36 seta orð á dystin

##med2##

 

NSÍ hevur fyribils tryggjað sær luttøku í Europa Conference League undankappingini komandi ár. Tað einasta sum kann forða NSÍ í hesum er, at B36 vinnur kappingina um løgmanssteypið. 

 

NSÍ tryggjaði sær fjórða plássið við einum 2-0 sigri á B36. Bæði málini komu aftaná steðgin. NSÍ endaði við 47 stigum tvey stig frammanfyri B36. 

 

NSÍ – B36 2-0 (0-0)

 

1-0: Jakob Trenskow (55.)

 

2-0: Mikkel Elbæk (78.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá báðum málunum hjá NSÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein sera fegnan høvuðsvenjara hjá NSÍ, Bill McLeod Jacobsen sum heldur, at talan er um besta dystin hjá NSÍ síðani hann tók við sum høvuðsvenjari. Bill staðfestir ein góðan dag á skrivstovuni sum hann málber seg. Bill ætlar tó ikki at vera nøgdur sum er. Hann slær fast, at NSÍ fer nú eftir at vinna kappingina um løgmanssteypið.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein minni fegnan høvuðsvenjara hjá B36, Dan Brimsvík sum heldur, at hansara menn minni enn trý samdøgur aftaná ein harðan dyst móti Víkingi ikki áttu ta megina í sær, ið teir høvdu átt á einum vanligum leikdegi, og tí haltaði B36 aftaná í seinna hálvleiki. Dan ætlar at brúka komandi tvær vikurnar til fyrru hálvfinaluna móti Víkingi væl, og nú er bara eitt at gera hjá B36, og tað er at fara eftir at vinna steypakappingina.