Billett.fo ? stórur føroyskur nethandil letur upp í dag

Nú er enn ein nethandil latin upp í Føroyum, og hevur hesin heitið Billett.fo. Stigtakarar siga, at høvuðsendamálið við heimasíðuni er at veita tryggleika til allar partar, og at savna atgongumerki til øll tiltøk í Føroyum á einum stað. Í dag hevur enn ein føroyskur nethandil sæð dagsins ljós, og hevur hesin heitið Billett.fo.

 

-Endamálið við heimasíðuni er at gera tað so lætt og ómakaleyst sum gjørligt hjá føroyingum at keypa atgongumerki. Og sjálvsagt er trygdin í hásæti, sigur Benny við Sandá, stigtakari til heimasíðuni.

Sostatt er greitt, at tvær føroyskar heimasíður nærum dag um dag hava latið dyrnar upp fyri atgongumerkja sølu til alskyns festivalar og tiltøk í Føroyum, og til hetta sigur Benny við Sandá soleiðis.

 

-Eg haldi, at tað er sera jaligt við kapping, tí skal kundin fáa tað besta, er tað neyðugt, at fleiri útbjóðarar eru, sigur Benny við Sandá, stigtakari av Billett.fo.

 

Hesum er stigtakarin handan hin nethandilin samdur í. Halgir Winther Nagata er stigtakari handan Ebillett.fo, og fyri hann er kapping eisini jalig.

 

-Sjálvsagt er tað gott við kapping, men tað merkir eisini, at mín nethandil verður hóttir, og tískil noyðist eg allarhelst at umhugsa at betra um mína tænastu, sigur Halgir Winther Nagata.

Spurdir um, hvør munurin á heimasíðunum er, siga Benny við Sandá og Halgir Winther Nagata soleiðis.

 

-Á Billett.fo verða atgongumerkini skrásett við strikukotum, soleiðis at tey ikki kunnu kopierast. Og atgongumerkini á Billett.fo er bíligari, tí óansæð hvussu nógv atgongumerki ein keypir í senn, so er avgjaldið framvegis tað sama. Og á Billett.fo ber til at keypa atgongumerki til fleiri tiltøk enn hjá kappingarneytanum, sigur Benny við Sandá.

Halgir Winther Nagata sigur soleiðis um støðuna.

 

-Á Ebillett.fo ber til at gjalda umvegis bankaflyting, annars dugi eg ikki at síggja nakran stóran mun, sigur hann. Halgir Winther Nagata vísir eisini á, at tað allarhelst verður møguligt seinni, at seta strikkotur á atgongumerkini.

 

Óansæð hvør av hesum nethandlunum hevur munin, so fáa føroyingar í øllum førum møguleikan í framtíðini at ogna sær atgongumerki umvegis internetið.