Billardfundur í Havn leygardagin

Billard: Billardsamband Føroya skipar fyri fundi um vikuskiftið fyri at finna út av hvørjar broytingar møguliga skulu gerast áðrenn kappingin av álvara fer í gongd

Hetta er tann tíðin, tá billardkappingarnar byrja aftur. Tað er Billardsamband Føroya, sum skipar fyri FM-kappingunum fyri lið og einstaklingar.

Fyri at koma í gongd av álvara og fyri at vita, hvørjar møguligar broytingar skulu gerast í kappingini í ár, verður fundur í Billardsambandinum í Mimi leygardagin klokkan 11. Heitt verður á øll feløg um at senda umboð til fundin.

Í nevndini í BSF hava undanfarna billardár sitið Niclas Heri Jákupsson, Sonhard Johannesen og Kristian Sune Høgnesen umframt formannin Heimir Ottoson. Heimir er fluttur til Noregs, og tí verður neyðugt at manna nevndina av nýggjum.

Hetta og annað sum viðvíkur kappingini í ár verður umrøtt á fundinum sigur Niclas Heri Jákupsson, nevndarlimi.

Hann vónar, at øll feløgini senda umboð til fundin, tí tað er so umráðandi at kunna koma væl frá byrjan, nú øll feløgini aftur skulu til at dystast.

Niclas Heri sigur, at fleiri spælarar og feløg hava ynskt at fáa broytingar í kappingini, og er tað m.a. hetta, sum skal umrøðast. Onkur heldur, at kappingin er ov drúgv tvs. at tað er ov nógv at spæla tríggjar dystir uppá 20 umfør í hvørjari kappingin. Uppskot eru frammi um at hava tveir spælarar á hvørjum liði heldur enn tríggjar sum nú. Onkur heldur, at tað bert skulu spælast 10 umfør. Onnur alternativ at taka støðu til er at spæla til eina ávísa distansu.

Hesi mál og hvussu komandi nevndin skal síggja út fer alt at verða umrøtt á fundinum í Billardsambandinum leygardagin.