Bill: Vit gleða okkum

- Vit byrjaðu kappingarárið væl við eitt nú at vinna 5-0 á B71, men síðani blivu vit útslidnir úr steypakappingini í einum keðiligum dysti í Fuglafirði, har vit fáa Ahmed Keita so mikið illa skaddan, at hann síðani ikki hevur kunna spælt við fullari ferð. Eisini Ndende bleiv skaddur tá og hevur heldur ikki spælt 100% síðani. Tað merkist á einum liðið sum B68 liðnum, at teir so týdningarmiklir leikarar ikki eru klárir. Eisini hava vit í mun til í fjør mist Jóan Símun Edmindsson til Newcastle og Nenad Stankovic til júst Víking, sigur Bill M. Jacobsen.

 

B66 vann fyrru uppgerðina ímóti Víkingi 5-3 á Toftum.

 

Tað er altíð stuttligt at spæla í Gøtu. Ikki minst nú, tá Víkingur hevur fingið nýtt skýli. Tað skapar nakrar fantastiskar rammur, sum vit gleða okku til at sleppa at spæla undir. Vónandi kunnu vit eisini taka okkurt við frá fyrra dystinum, sigur Bill M. Jacobsen.

 

Dysturin byrjar kl 18.00 og Rás2 sendir beinleiðis frá dystinum. Upptakt til dystin verður frá klokkan 16.30